Innanlands

Ein tilburður staðfestur í gjár

Persónurin er smittaður í Føroyum, og smittukeldan er kend, skrivar corona.fo. 1.466 kanningar vórðu gjørdar í gjár - í løtuni eru fýra smittað í Føroyum

2021-08-17 15:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir tveir dagar uttan nakran nýggjan koronutilburð varð ein staðfestur í gjár.

Talan var um ein persón, ið er smittaður í Føroyum. Smittukeldan er kend, skrivar corona.fo.

1.466 kanningar vórðu gjørdar, so positivprosentið er heilt lágt. 

Tað er talið av smittaðum eisini - fýra persónar í Føroyum hava koronusmittu í løtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder