Mentan

Ein tøkk fyri stórt og týdningarmikið arbeiði

Tá framsýningin av staðarnøvnum í Vági lat upp mánadagin, takkaði Bjarni Johansen, borgarstjóri Arnfinnur Thomassen og Arnfinnur Bjarkhamar fyri stóra arbeiðið, sum teir hava gjørt við at skráseta staðarnøvnini

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2021-06-23 11:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin lat framsýningin av staðarnøvnunum upp í Miðlatúni. Framsýningin er úrslit av miðvísum arbeiði hjá Arnfinni Thomassen og Arnfinni Bjarkhamar. 

Arbeiðið at skráseta staðarnøvnini byrjaði í november í fjør og nú er arbeiðið klárt at vísa almenninginum, sum eisini fær høvi at koma við viðmerkingum og møguliga fleiri staðarnøvnum, skrivar Vágs kommuna.

Heilt fitt av fólki møttu upp til framsýningina mánadagin, og borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen, segði nøkur orð um verkætlanina, at skráseta staðarnøvnini, og til teir báðar, Arnfinnur Thomassen og Arnfinnur Bjarkhamar.

Sjálvt um arbeiðið at skráseta staðarnøvnini var sjálvboðið, vildi borgarstjórin vegna kommununa siga takk fyri stóra og týdningarmikla arbeiðið, sum Arnfinnur og Arnfinnur hava gjørt fyri Vágs bygd og borgararnar. Sum tøkk lat kommunan teimum gávubræv og gávukurv.

Fleiri myndir síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder