Innanlands

Ein treytað frádøming og fleiri klipp

Ferðslupatruljan hjá løgregluni var í høvuðsstaðnum, í Runavík og í Norðurstreymoy týsdagin. Har kom eitt sindur burturúr.

2026-09-02 08:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fimm klipp og ein treytað frádøming.

Hetta var tað, sum ferðslupatruljan hjá løgregluni gav, í sambandi við at hendan hevði kanningar í gjár, týsdagin.

Kanningarnar vórðu gjørdar í høvuðsstaðnum, í Runavík og í Norðurstreymoy.

Tveir bilførarar vórðu steðgaðir og fingu klipp og bót fyri at tosa í telefon - og halda í henni samstundis.

Tveir aðrir bilførarar fingu klipp og bót fyri at koyra og skjótt: Ein var á 105 km/t í óbygdum (80-øki), og ein koyrdi 74 kilometrar um tíma í 60-øki.

Verri var hjá einum øðrum, sum koyrdi ov skjótt í 60-øki. Hesin var á 93 kilometrar um tíman, og tá tað er so mikið nógv meira enn hámarksferðin, so merkir tað treytaða frádøming. Viðkomandi skal harvið til onkra nýggja roynd ella tílíkt fyri at varðveita koyrikortið.

Í Havn fekk ein bilførari klipp og bót, tí barn hansara sat í uttan trygdarbelti - ein varð tikin fyri at koyra "ímóti ferðsluni".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder