Í gjár, týsdagin 4. februar, vórðu ferðmátingar gjørdar á einum strekki í Vestmanna, har hámarksferðin er 30 km/t.
Patruljan skrásetti fimm bilar, sum koyru so mikið skjótt, at førararnir fáa revsing.
Fýra koyrdu millum 46 km/t og 50 km/t. Hetta gevur eitt klipp í koyrikortið, umframt eina bót.
Ein persónur fekk ein uppaftur tyngri biltúr. Viðkomandi koyrdi beint yvir 60 km/t. Tað varð "tikið niður" til 59 km/t, men sjálvt við tí er talan um eina revsing á trytaða frádøming.
Bilførarin koyrdi yvir tvífalt so skjótt yvir tað, ið hámarksferðin var, og skal viðkomandi tí gera eitthvørt - so sum at fara til nýggja koyriroynd - fyri at varðveita koyrikortið. Ein bót fellur eisini.
Ein bilførari í Skopun fær helst eisini bót og annan dóm fyri at koyra ávirkaður. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun greiðir frá, at viðkomandi varð steðgaður seinnapartin í gjár. Førarin skuldi blása, og blóðroynd varð tikin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald