Innanlands

Ein treytað frádøming og tvey klipp tætt við Sandavág

Ferðslupatruljan hjá løgregluni tók tríggjar bilførarar í Vágum í gjár. Allir koyrdu yvir 100 km/t

2025-02-26 09:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað kostaði trimum persónum - serliga tí eina - heilt fitt at hava ein "ov tungan" fót  á strekkinum beint áðrenn Sandavág.

Ein ferðslupatrulja hjá løgregluni stóð í gjár til reiðar við mátitólinum, tá bilar vóru á veg oman av Sandavágshálsi móti bygdini. 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn upplýsir í morgun, at tríggir bilførarar vórðu tiknir.

Tveir koyrdu yvir hundrað men undir 110 km/t. Fyri hetta fáa bilførarnir hvør síni klipp og og hvør sína bót.

Verri var hjá bilføraranum, sum koyrdi yvir 110 km/t. Talan gjørdist um bót og treytaða frádøming. Harvið skal viðkomandi aftur til koyriroynd. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder