Innanlands

Ein triðingur liðugt koppsettur

33,9 prosent av fólkinum eru nú liðugt koppsett, meðan nærum helvtin hevur fingið fyrru koppsetingina

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-23 10:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru 44.414 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 26.236 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og 18.088 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.

Tað svarar til, at 49,4 prosent – nærum helvtin av fólkatalinum í Føroyum – eru koppsett, og at 33,9 prosent – ein triðingur av fólkatalinum – eru liðugt koppsett, skrivar corona.fo.

Í gjár vórðu 916 fólk koppsett. 219 fólk fingu fyrru koppsetingina, og 697 fólk fingu seinnu koppsetingina.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder