“A Faraway Land” eitur ein filipinskur filmur, sum nú kann síggjast á stóru nettænastuni Netflix.
Filmurin er upptikin í Føroyum undan jólum í fjør, og snýr seg um filipinanar, filipinskar kvinnur, sum búgva í Føroyum.
Filmurin er bæði fiktivur og dokumentariskur, tí hann snýr seg um kvinnuna Majoy Garðalíð (Yen Santos), sum er gift við Sigmundi (Hans Tórgarð). Tey búgva í prestagarðinum í Sandagerði.
Filmurin viðgerð umstøðurnar hjá fremmandum í Føroyum, og við tað, at Majoy fær vitjan av einum journalisti heiman úr Filipsoyggjum, sum skal gera ein dokumentar í Føroyum, gerst filmurin eisini dokumentariskur.
Veronica Velasco, sum hevur gjørt filmin, hevur fyrr gjørt líknandi filmar, úr Grønlandi og Íslandi.
Birgir Kruse hevur hugt at filminum og skrivað eitt ummæli á bloggi sínum Birkblog.
Kann kallar filmin ein týdningarmiklan integratiónsfilm, tí tað bert er gjøgnum slíkar filmar, at vit føroyingar – og eisini útlendingar – fáa ein varhuga av, hvussu tað er at vera útlendingur í Føroyum.
Í ummæli sínum kemur Birgir Kruse eisini inn á føroyska flóttafólkakjakið, og serliga inn á hugburð løgmans um, at vit føroyingar ikki skulu taka ímóti flóttafólki herheima.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald