
Í dag er ein vika síðan, at Føroyar varð staðfest koronafrítt fyri fyrstu ferð síðan juli, og Føroyar hevur framvegis onga smittu, vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum.
Allar tær 203 kanningarnar, sum vórðu gjørdar í gjár, vóru nevniliga negativar. Tilsamans 232.834 kanningar eru nú gjørdar í Føroyum.
Umframt at Føroyar hevur verið smittufrítt í eina viku, eru eisini næstan tríggjar vikur síðani, at seinasti smittutilburðurin varð staðfestur her á landi – 15. februar.
Á tíðindafundi í Kringvarpinum fyrrapartin boðaði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður frá, at landsstýrið fór at linka tilmælini í sambandi við góðu støðuni í Føroyum.
Á fundinum nýtti hann høvið at takka føroyingum fyri teirra stríð seinasta árið, og Michael Boolsen, fúti ynskti føroyingum til lukku við góða úrslitinum, og helt hann, at teir høvdu eitt stórt herðaklapp uppiborið.
Les eisini: Frá 1. apríl sleppa koppsett undan sóttarhaldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald