
Gongdin viðvíkjandi koronu hevur verið góð tað mesta av 2021 í Føroyum. Higartil hava fáir smittutilburðir verið, og nú er ein vika síðani seinasta staðfesta tilburðin.
Hetta er greitt, eftir at allar tær 568 kanningarnar, ið vórðu gjørdar í gjár, vóru negativar. Í alt eru 222.491 kanningar gjørdar í Føroyum.
Síðani í gjár eru eisini tvey fólk staðfest frísk, og harvið eru bert tríggir persónar smittaðir í løtuni.
Tilsamans hava nú 654 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 650 persónar staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu, skrivar korona.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald