Mentan

Ein virðiligur minnisvarði fyri serliga Jákup Zachariassen

Heimildarfilmurin um country í Føroyum varð frumsýndur í biohøllini í Havn í gjárkvøldið

Jákup Zachariassen

Jákup Zachariassen

2019-09-26 08:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

”Eg reið mær avstað”, er heitið á nýggjum heimildarfilmi, sum Súni Merkistein og Rúni Friis Kjær í felagnum Friisframe hava gjørt fyri Kringvarp Føroya.

Sum nakað nýtt, fór frumsýnigin av hesi sjónvarpsframleiðslu fram, í samstarvi við Filmsfelagnum, í stóra salinum hjá Havnar Bio í gjárkvøldið fyri einum nærum fullum sali av fólki við serligum áhuga og alski til countrytónleik.

Og teimum dámdi, tí lógvabresturin var drúgvur meðan rullutekstirnir rullaðu eftir filmin.

Talan er um tvær sjónvarpssendingar á ein góðan tíma hvør, sum vórðu vístar út í eitt í gjárkvøldið. Breiði skarin av sjónvarpshyggjarum fær høvið at síggja sendingarnar einaferð í oktober, verður sagt.

Føroyskar útrásir
Tað eru tvær søgur, um tvær útrásir, sum verða fortaldar í ”Eg reið mær avstað”.

Onnur er um føroysku langfarðafiskimenninar, sum í fimmti- og sekstiárunum leitaðu sær við línubátum og trolarum vestur í hav at veiða.

Umframt tosk høvdu hesir menn eisini hópin av amerikanskum LP-plátum og eina serliga amerikanska mentan og tónleikauppfatan heim við sær aftur.

Hin útrásin snarar seg rundan um tónleikaran og tónleikaframleiðaran Jákup Zachariassen, sum tók stig til eitt serligt samband millum Føroyar og Nashville, høvuðsborgina innan countrytónleik.

Heimildarfilmurin greiðir eisini frá søguni hjá hesum serliga amerikanska fólksliga tónleikinum og um hvussu hesin mentist sum listagrein millum føroyingar.

”Eg reið mær avstað” verður borin uppi av spennandi søguligum savnsmyndum og upptøkum, sum eru tiknar upp í sambandi við føroyskar vitjanir í Nashville, og sum við hesum verða sýndar á fyrsta sinni fyri einum breiðum føroyskum publikum.

Heimildafólkini, sum Súni Merkistein brúkar í filminum, er fyrst og fremst Mortan Johannessen, skipari, sum greiðir frá lívinum umborð á føroysku skupunum í sekstiárunum, serfrøðingarnir Petur Rouch og Birgir Kruse, sum duga at seta tónleikin í eitt søguligt og samfelagsligt perspektiv og so Niclas Johannesen og Óli Poulsen, sum hegnisliga greina sjangruna úr einum tónleikaligum perspektivi.

Ein varði fyri Jákup Zachariassen
Country sum sjangra er kend í føroyska tónleikaheiminum í nógv ár. Faroeboys og aðrir slóðarar spældu nógv country, Nicolina á Kamarinum er føroyskt country, Vestmenn eisini og Ragnar í Vík var hin fyrsti við serligum amerikanskum úttrykki.

Føroyska countryútrásin byrjaði við Alex Bærendsen og er seinni førd víðari við serliga Halli Joensen og dóttur Alex, Kristinu Bærendsen.

Men snúningsásin er Jákup Zachariassen, sum í filminum verður lýstur, bæði sum stigtakari ella entreprenørur, men eisini sum tónleikasnillingur, men ikki minst sum einastandandi dugnaligur tónasmiður, sum hevur skrivað hópin av løgum á altjóða støði.

”Eg reið mær avstað” er varði fyri dygdararbeiðið, sum Jákup Zachariassen hevur staðið fyri innan føroyskan tónleik. Gott, at Jákup fekk hendan varðan – tað hevur hann uppiborið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder