Korona verður ikki longur mett sum ein farsótt, men Heilsumálaráðið hevur biðið um eina millión krónur at til koronupassið í 2024.
- Tað kann tykjast, sum hetta eru óneyðugar útreiðslur, nú korona ikki verður mett sum ein farsótt longur, men so er ikki. Játtanin verður framhaldandi brúkt til at viðlíkahalda passið, so tað fylgir altjóða standardum. Tað er WHO sum umsitur koronupassini, sum eisini fara at fevna um aðrar umfarsssjúkur, greiðir Heilsumálaráðið frá í skrivi til fíggjarnevndina.
Raksturin av koronupassinum fyri 2022 var um 1,2 millión krónur. Føstu útreiðslurnar eru til starsfólk, hýsing av skipanin og viðlíkhald av sertifikatum. Harafturat kunnu koma útreiðslur til menning. Higartil í ár hevur Landssjúkrahúsið goldið 700.000 krónur, og væntandi verður tilsamans ein millión brúkt uppá koronupassið í ár.
Sannlíkt er eisini, at gula koppsetingarskjalið í framtíðini kann talgildast samans við koronupassinum í WHO. Hetta er ein loysn, sum føroyska heilsuverkið eigur at vera partur av, sigur Heilsumálaráðið.
Ætlanin er at brúka eina millión árliga uppá koronupassið frameftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald