
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, mælir fólki til ikki at vera bangin og loypa ræðslu á, nú tilburðirnir av koronu eru so nógvir.
Á Facebook kemur hann í dag við einum - sum hann orðar seg - “persónligum hjartasuffi” sum meinigur borgari.
- Einaferð søgdu vit at korona var ikki vandamikið fyri børn, einaferð søgdu vit at tá tey við niðursettari immunverju vóru koppsett so var sloppið, einaferð søgdu vit at tá øll yvir 50 ár vóru koppsett, so lata vit alt uppaftur, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen.
- Einaferð søgdu vit at tá 60 prosent vóru koppsett so var sloppið, einaferð søgdu vit at tá 80 prosent vóru koppsett so var sloppið, einaferð søgdu vit at vit skuldu verja heilsuverkið fyri ikki at kollapsa.
Hann heldur, at sláa vit ikki kalt vatn í blóðið, kann hetta koma okkum aftur um brekku.
- Tað einasta eg veit er, at um vit ikki byrja at taka tað eitt sindur meira róligt, men állígavæl skynsamt og fyribyrgjandi, so koma vit at oyðileggja eitt heilt ættarlið av okkara børnum, sigur landsstýrismaðurin.
- Vit fortelja teimum aftur og aftur at hetta er ikki farligt fyri tey, állígavæl uppføra vit okkum sum tað er lívsfarligt fyri tey, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald