
Nú á páskum kemur Faer Isles Distillery á marknaðin við heimsins fyrsta spiritus, ið nýtir ein serligan tara, sum livir her um okkara leiðir. Á føroyskum eitur hann 'loðin skeggtari', men á enskum hevur hann meira leskiliga heitið 'ocean truffle seaweed', ið vísir á serliga smakkin, sum minnir nógv um dýru delikatessuna, trøflur.
Felagið hevur arbeitt í fýra ár við at menna vøruna fyri at fáa fram serstaka, kremuta trøflusmakkin við einum farra av sjóráka.Vøran er ment í samstarvi við Agnes Mols Mortensen, sum herfyri varð nevnd "Taradrotningin" í dokumentarinum hjá KvF. Hon er stjóri í Spf Tara og serfrøðingur í tara.
Felagið hevur sent smakkiroyndir til serfrøðingar uttanlands, og teir hava verið bergtiknir. Gjøgnumbrotið á amerikanska marknaðinum kom í stóran mun, tí amerikanski distributørurin var so hugtikin av júst Ocean Truffle Akvavit.
Tarin veksur á øðrum tara og kann tí ikki alast eins og onnur tarasløg, men má takast av kavarum. Eisini er hann ymiskur í mun til, hvar hann er funnin. Tey í Spf Tara hava funnið júst besta staðið í landinum, har streymur og onnur vakstrarlíkindi eri best. Somuleiðis kann hann bara takast ein part av árinum, og nøgdirnar eru tí avmarkaðar, og tað má gerast burðardygt í mun til náttúruna. Afturfyri er smakkurin sera sterkur, so bara lítlar nøgdir skulu brúkast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald