Innanlands

Eingangsinntøkurnar hava verið 486 milliónir hesi seinastu árini

Í ár koma knappar 95 milliónir frá sølu av partabrøvum í Pf. Tjaldur og Pf. Smyril Line

Ruth Vang, landsstýriskvinna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ruth Vang, landsstýriskvinna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-08-15 09:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í tíðarskeiðinum frá 2015 og fram til í ár høvdu inntøkurnar hjá landskassanum verið 486 krónur lakari enn nú, um landskassin ikki hevði fingið eingangsinntøkur frá eyka stórum vinningsbýti ella sølu av partabrøvum.

Sannlíkt hevði hetta verið fíggjað við hægri lántøkum. Hetta upplýsir Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, í svari upp á skrivligan spurning frá Johan Dahl, tingmanni, sum spurdi um eingangsinntøkur landskassans hesi seinastu árini síðan 2015.

Í ár verður roknað við, at knappar 95 milliónir krónur koma í landskassan frá eingangainntøkum. 15,9 milliónir krónur koma frá søluni av landskassans partabrøvum í íløgufelagnum Pf. Tjaldur. Hartil verður roknað við, at sølan av almennu partabrøvunum í Pf. Smyril Line fer at geva 79 milliónir krónur í landskassan. Hetta svarar til 1,4 prossent av mettu inntøkunum hjá landskassanum í ár.

Inntøkurnar hesi seinastu árini annars hava verið:

Í 2022: 134,4 milliónir krónur frá eykastórum vinningsbýti frá Bank Nordik, svarandi til 2,0 prosent av inntøkunum.

Í 2021: 156,7 milliónir krónur frá eykastórum vinningsbýti frá Bank Nordik, umframt 56,7 milliónir krónur frá avtøkuni av Fíggingargrunninum frá 1991. Hetta svarar til 2,5 prosent av inntøkunum.

Í 2020, 2019 og 2018 vóru ongar eingangsinntøkur.

Í 2017 vóru 100 milliónur frá eykastórum vinningsbýti frá Bank Nordik, sum vórðu fluttar í Búskapargrunnin.  Hetta svaraði til 1,8 prosent av inntøkunum.

Í 2016 vóru 23,3 milliónir krónur frá sølu av partabrøvum í Pf. Lív, sum vórðu fluttar í Búskapargrunnin.

Í 2015 hevði landskassin ongar eingangsinntøkur.

Landsstýriskvinnan upplýsti harafturat, at tað ikki verður roknað við óvanligum inntøkum til landskassan hesi komandi árini frá 2024 til 2027. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder