Innanlands

Eingin ætlan um at seta radiosignal upp í Viðareiðistunlinum

Landsverk metir, at onnur arbeiði skulu gerast fyrst, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í svari til fyrispurning hjá Steffan Klein Poulsen

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-03-29 19:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað mostar uml. 750.000 krónur at seta radiosendarar upp, so útvarpsrásir kunnu hoyrast í Viðareiðistunlinum og løgregla og tilbúgvingareindir kunnu samskifta inni í tunlinum.

Tað er metingin hjá Landsverk, sum mælir til, at onnur arbeiði verða raðfest fremri, sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum í fyrispurning til Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum.

Steffan Klein Poulsen vildi vita, hvat tað kostaði at fáa sett radiosendarar upp, hvussu arbeiðið verður raðfest av Landsverki, og um landsstýrismaðurin hevði ætlanir um at fáa hetta gjørt.

– Viðareiðistunnilin bleiv liðugur í september 2016 og er næst nýggjasti fjallatunnil eftir Hvalbiartunnilin. Hóast hetta hevur gott fimm ára gamli tunnilin onki radiosignal. Allir aðrir tunlar verða bygdir við radiosendarum í dag, segði tingmaðurin í stuttari viðmerking.

Uni Rasmussen sigur m.a., at eingin ventilatiónsskipan er í Viðareiðistunlinum, og hetta metir Landsverk hava størri týdning fyri trygdina í tunlinum. Ein nýggj ventilatiónsskipan verður leysliga mett at kosta fimm milliónir.

Eingin ætlan er í løtuni um at seta radiosendarar upp í Viðareiðistunlinum, men málið verður umrøtt við Landsverk.

Allur fyrispurningurin og svarið kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder