Í sokallaðu svingstatunum verður tað framvegis talt upp. Joe Biden og Donald Trump hava fingið teir sigrarnar, ið ein kundi væntað, meðan tað nú tykist meira og meira greitt, at Donald Trump fer at vinna í Flordia og Texas - teimum størstu svingstatunum.
Fox News, ið oftast hellur republikanskt, hevur kunngjørt ein Trump-sigur í hesum statunum, og CNN, ið er meira til deomkratarnar, hevur eisini sagt, at Texas lenar seg til Trump. Texas gevur heili 38 valmenn - Florida 29.
Georgia og North Carolina, ið nógvur ivi hevur verið um, síggja nú meira og meira út til at fella til Donald Trump. Tað gjørdu teir eisini í 2016. Tá vann sitandi forsetin í Arizona, har Joe Biden nú hevur eina leiðslu, og tað kann gerast fyrsti staturin, sum "broytir lit" í mun til fyri fýra árum síðani. Donald Trump hevur tó vunnið Ohio trygt, og tað gevur 18 valmenn, og vanliga tryggjar ein sigur í hesum statinum, at ein gerst forseti.
Nógv bendir á, at serliga tríggir statir í norðara parti av USA - í landnyrðingspartinum - gerast avgerandi. Talan er um Michigan, Wisconsin og Pennsylvania. Har er Trump á odda, men tað er gjørt greitt, at tørvur er á meira tíð at telja atkvøður. Í stórbýnum Pittsburgh í Pennsylvania eru áleið 76.000 brævatkvøður taldar, og har verða ikke fleiri brævatkvøður fyrrenn, tað verður morgun aftur lokala tíð. Har eru 350.000-400.000 brævatkvøður avgreiddar.
Vit vita helst ikki hvør vinnur forsetavalið 2020 fyri einaferð seinni í dag - møguliga ikki fyrrenn seinni í vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald