Innanlands

Eingin bjóðaði uppá grundøki í Kollafirði

Treytin var, at bústaðirnir skuldu gerast sum íbúðir ella raðhús, men eingin bjóðaði. Ætlanin er at bjóða lendið út umaftur seinni í ár

2022-08-11 15:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tórshavnar kommuna lýsti fyrr í ár ein part av matr. nr. 203c í Kollafirði, umleið 4.480 m2, til sølu til bústaðarbygging. Kravið var, at bústaðirnir skuldu gerast sum íbúðir ella raðhús og verða bygdir sum eigara- ella leigubústaðir.

Tá freistin at lata tilboð inn 1. august 2022 kl. 12 var farin, var einki tilboð innkomið, sigur Tórshavnar kommuna.

Kommunan eigur tí framvegis lendið matr. nr. 203c í Kollafirði.

Ynskiligt er tó framvegis at fáa fleiri fjøllbroyttar búeindir í kommununi, og ein roynd at bjóða lendið út umaftur verður væntandi gjørd seinni í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder