Mentan

Eingin Býarskái í Runavík í ár

Býarskaín varð fluttur til vikuskiftið 13. og 14. oember, men nú hava fyrireikararnir gjørt av at eingin býarskái verður í ár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-11-05 07:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Upprunaliga skuldi Býarskáin í Runavík verið hildin komandi vikuskiftið, men orsakað av koronustøðuni varð Býarskáin fluttur til vikuskiftið 13. og 14. november.

Men nú ilt er at meta um heilsuligu útlitini – hava fyrireikararnir gjørt av, at ongin Býarskái verður í ár.  Hetta verður gjørt fyri at verja allar partar í høpinum – handilslívið, fyrireikararnar og vitjandi. 

Tá ið bilbukt fæst við farsóttina aftur, verður stóra jólasølan í Runavíkarøkinum. Tað kunnu vit øll gleðast um, sigur Visit Runavík.

Jólatiltøkini verða lýst á heimasíðuni hjá Visit Runavík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder