Uttanlands

Eingin Covid-19 deyðstilburður staðfestur í New York City seinasta døgnið

Hetta er fyrstu ferð í beint yvir fýra mánaðir. Smittutalið í Florida er tó nógv vaksandi, og kring heimin hava nú yvir 13 milliónir fólk fingið staðfest koronavirus

New York hevur verið

New York hevur verið "koronamiðdepil" í USA seinastu mánaðirnar

2020-07-13 09:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leingi hava staturin New York og stórbýurin New York City verið miðdepilin fyri koronavirus í USA, ið hevur verið sera rakt av smittuni seinastu mánaðirnar.

Nú er talið lækkandi. Sunnudagin, í gjár, vórðu fimm deyðstilburðir í samband við korona skrásettur í statinum - eingin í New York City. Tað er fyrstu ferð síðani 11. mars.

18.760 fólk eru deyð við Covid-19 í New York City. Hægsta talið fyri eitt samdøgur var 7. apríl, tá 597 deyðsføll vórðu skrásett. Myndugleikar halda, at veruligi deyðstølini eru nakað hægri, men fegnast nú um at gongdin av álvara er vend.

Tað gongur tó skeivan vegin í Florida, har 15.300 nýggir smittutilburðir vórðu stðafestir í gjár. Tað eru næstan 2.500 fleiri, enn tá talið í statinum New York toppaði 10. apríl.

Kring heimin hava nú yvir 13 milliónir fólk fingið staðfest koronasmittuna. Beint undir fimm milliónir tilburðir eru "aktivir", sambært worldometers

Kelda: tv2.dk 


Fakta:
 Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder