placeholder
Innanlands

Eingin doyði í føroysku ferðsluni í fjør

Hetta er aðru ferð uppá trý ár. Talið av ferðsluóhappum við fólkaskaða hevur tey seinastu árini ligið um tey tretivu

2021-01-05 16:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2018 doyði eingin persónur í ferðsluni í Føroyum. Tað vóru gleðistíðindi, og tað var nakað heilt serligt: Hetta var ikki bert fyrstu ferð í øldini, men fyrstu ferð í yvir 50 ár.

2020 gjørdist aftur eitt "null-ár". Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur í dag boðað frá, at hóast øll tølini ikki frá 2020 eru liðug viðgjørd enn, og at eitt heilt endaligt tal av ferðsuóhappum ikki kann staðfestast, so er greitt, at eingin lat lív í ferðsluni í Føroyum í fjør. Tó eru framvegis nógv óhapp, sum hava fólkaskaða við sær - tað hevur seinastu tíggju árini liðið á umleið 30 á hvørjum ári.

- Hóast tað framhaldandi henda ferðsluóhapp við fólkaskaða, vísa tey lágu tølini at áhaldandi og miðvísa arbeiðið at betra um ferðslutrygdina gevur úrslit.

Ráðið fyri Ferðslutrygd skrivar, at um aldarskiftið vóru áleið 60 ferðsluóhapp við fólkaskaða um árið, men tað hendi ein stór broyting, millum annað tá promillumarkið varð broytt.

Nú snýr tað seg um at fáa talið uppaftur longur niður, men RFF skrivar, at av tí at tølini fyri ferðsluóhapp í Føroyum nú eru so lág, er trupult hugleiða so nógv út frá einstøkum hendingum, og hvat skal til fyri at fyribyrgja teimum, men at ein væl skipað skaðakanning eskal setast í verk, har allar álvarsligar ferðsluvanlukkur í Føroyum skulu kannast.

Ráðið fryi Ferðslutrygd kemur eisini inn á, at korona helst hevur ávirkað ferðsluna. Bæði í tann mun, at færri kilometrar vóru koyrir, men eisini at bilførarar kundu koyra skjótar, tí færri bilar vóru á vegnum - løgregland tók eisini nógvar bilførarar, ið koyrdu alt, alt ov skjótt. Í Noreg høvdu tey metlágt tal av deyðum í ferðsluni, 95. Tað eru 13 færri enn árið fyri, og tað er samstundis fyrstu ferð síðani 1947, at talið er lægri enn 100.


Tað er politiið, ið skrásetir ferðsluóhappini. Øll tølini verður helst tøkt einaferð í vár. Ráðið fyri Ferðslutrydt hevur tó á heimasíðu sínari nøkur tøl yvir ferð, atferð og vandastøður

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder