2021-01-30 12:29

Í teimum 473 kanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár, varð eingin staðfestur positivur fyri covid-19, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Sostatt er eingin staðfestur positivur í fýra dagar.
Framvegis eru 654, sum hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, og 648, sum eru staðfest frísk. Ein persónur er deyður við covid-19. Sostatt eru fimm positivir í løtuni.
Ein persónur er í løtuni innlagdur við covid-19 í Føroyum, og 17 eru í sóttarhaldi.
Nú eru tilsamans 221.311 kanningar gjørdar í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald