Innanlands

Eingin fingið staðfest covid-19 í seks dagar

Bert 76 kanningar vórðu gjørdar í gjár – Talið á positivum í løtuni er framvegis tvey

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2021-02-22 10:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú hevur eingin í Føroyum fingið staðfest covid-19 í seks dagar, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Talið á persónum, sum hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, stendur sostatt framvegis í stað.

658 hava fingið staðfest covid-19 í Føroyum, og 655 teirra eru staðfest frísk aftur. Ein persónur er deyður við covid-19 í Føroyum, og sostatt er talið á positivum í løtuni framvegis tvey.

Bert 76 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og nú eru tilsamans 229.423 kanningar gjørdar í Føroyum.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19, og sjey eru í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder