Innanlands

Eingin fólkaatkvøða verður í Fámjin

Bygdarráðsformaðurin ynskti tað - og ynskir samanlegging - men hinir limirnir í bygdaráðnum vóru ímóti at senda spurningin um samanlegging við Tvøroyrar og Hvalbiar kommunu til fólkaatkvøðu

Mistøk í tølum er nenvt sum ein grundgeving fyri, hví uppskotið um fólkaatkvøðu fall. Støðan hjá Fámjin er harvið óviss (Mynd: Pól Sundskarð)

Mistøk í tølum er nenvt sum ein grundgeving fyri, hví uppskotið um fólkaatkvøðu fall. Støðan hjá Fámjin er harvið óviss (Mynd: Pól Sundskarð)

2024-04-11 16:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíðina hevur ein arbeiðsbólkur sitið við spurninginum um samanlegging í norðara parti av Suðuroynni, og varð arbeiði lagt fram í mars.

Í løtuni eru tríggjar kommunu - Fámjins kommuna, Hvalbiar kommuna og Tvøroyrar kommuna.

Sum nú er, bendir ógvuliga lítið á, at tann fyrstnevnda verður við í einum møguligum samstarvi. 

Suðurrás skrivaði í gjár, at spurningin um vegleiðandi fólkaatkvøðu er viðgjørdur. Eftir tað er greitt, at tað verða vegleiðandi fólkaatkvøður í Tvøroyrar og Hvalbiar kommunu. Meðan kommunustýrið í Fámjin hevur gjørt av, at ongin vegleiðandi fólkaatkvøða verður í kommunu.

Hetta merkir ikki endaliga, at Fámjin ikki verður við, men tað harmar Jóanis Lisberg, bygdarráðsformann. Hann sigur við Kringvarpið í dag, at fólki burdi sloppið at sagt sína hugsan.

Hinir báðir limirnir í bygdaráðnum í Fámjin vóru tó ímóti, og harvið fall uppskotið um at hava fólkaatkvøðu í kommununi. Ein av orsøkunum sum limirnir vístu á, var at mistøk vóru í summum tølum í upplegginum hjá arbeiðsbólkinum.

Tað er framvegis møguleiki fyri, at Fámjin verður partur av kommunusammanleggingini. Uppskotið skal leggjast fyri bygdaráðið, staðfestir Jóanis Lisberg í viðtalu við KVF. Sambært honum fer Fámjin ikki framhaldandi at standa seg sum sjálvstøðug kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder