2021-12-31 09:41

Korona forðar eisini fólki í at fara í kirkju á nýggjárinum.
Tí við støði í tíðindafundinum, sum løgmaður helt í gjár og neyvum samskifti við læknafrøðiliga myndugleika, mælir leiðslan í Fólkakirkjuni til, at ongar gudstænastur verða á nýggjárinum.
Hvørki nýggjársaftan, nýggjársdag ella sunnudagin 2. januar.
Hesum boðar Fólkakirkjan frá á heimasíðuni.
- Aðrar kirkjuligar tænastur mega lagast til umstøðurnar við so fáum fólkum sum møguligt, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald