Innanlands

Eingin gudstænasta trettanda dag og 1. sunnudag eftir trettanda

Hesum boða dómpróstur og biskupurin frá í skrivi. Aðrar kirkjuligar tænastur skulu lagast til umstøðurnar við so fáum fólkum sum møguligt - nýggj støða verður tikin mánadagin

Dómpróstur og biskupurin hava verið í samskifti við læknafrøðiligan myndugleika, og hava avgjørt ongar gudstænastur verða hósdagin 6. januar og sunnudagin 9. januar (Mynd: Jens Kr. Vang)

Dómpróstur og biskupurin hava verið í samskifti við læknafrøðiligan myndugleika, og hava avgjørt ongar gudstænastur verða hósdagin 6. januar og sunnudagin 9. januar (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-01-04 19:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Sum øllum kunnugt ger Covid-19 álvarsliga um seg. Talið av smittaðum pr. dag setir nýtt met frá degi til dags. Eisini í dag eru tølini álvarsliga høg.

Soleiðis orðaðu Uni Næs og Jógvan Fríðriksson seg í skrivi í gjár, sum í dag er almannakunngjørt á folkakirkjan.fo. Dómpróstur og biskupurin hava verið í samskifti við læknafrøðiligan myndugleika, lurta eftir tilmælunum og avlýsa harvið guðstænasturnar, ið skuldu vera í vikuni 

- Við støði í tíðindafundi Løgmans tann 30. desember 2021 og samskifti við læknafrøðiligan myndugleika um ársskiftið, mæla undirritaðu til, at ongar gudstænastur verða 6. januar og sunnudagin 9. januar 2022.

Aðrar kirkjuligar tænastur skulu lagast til umstøðurnar við so fáum fólkum sum møguligt verður samstundis fráboðað, og næsta mánadag - 10. januar - verður mett um støðuna av nýggjum. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder