Uttanlands

Eingin jólamessa í Notre Dame í ár

Fyri fyrstu ferð í 216 ár verður eingin jólamessa í Notre Dame jólaaftan

Notre Dame, sum hon sær út nú (Mynd: EPA)

Notre Dame, sum hon sær út nú (Mynd: EPA)

2019-12-22 10:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri fyrstu ferð síðan 1803 verður eingin jólamessa í Notre Dame í París.

Í staðin verður midnáttarmessan jólaaftan hildin í kirkjuni Saint-German l'Auxerrois, sum liggur nærindis Notre Dame, skrivar Ritzau.

Í apríl kom eldur í 850 ára gomlu dómkirkjuna, og í løtuni verður arbeitt við at byggja hana upp aftur, eftir at stórir partar av henni fingu skaða, m.a. spírið.

Seinastu 216 árini hevur dómkirkjan annars skipað fyri messu jólaaftan á hvørjum ári, eisini undir tveimum heimsbardøgum.

Notre Dame hevur annars drigið gott 13 mió. fólk at sær á hvørjum ári, og franski forsetin, Emmanuel Macron, hevur lovað, at enduruppbyggingararbeiðið verður liðugt innan fimm ár, so hon stendur klár at lata upp aftur, tá franski høvuðsstaðurin skal vera vertur fyri OL.

Enn er tó ikki greitt, hvussu nógv hetta arbeiðið fer at kosta.

Franskir ríkmenn og onnur hava lovað at lata upp móti 850 mió. evrur (6,4 mia. krónur) tilsamans til endamálið. Enn er ikki upplýst, hvussu nógv av hesu upphæddini longu er goldið inn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder