2026-09-02 16:29
Í gjár, 1. september, fór arbeiðið í gongd at gera ábøtur í Árnafjarðar kirkju.
Fólkakirkjan skrivar á heimasíðu sínari, at gólvið skal bjálvast, og at kirkjan skal hava nýggja hitaskipan.
Arbeiðið tekur góðar tveir mánaðir, so væntandi verður farið aftur í kirkju í Árnafjarðar kirkju fyrsta sunnudag í advent
- Kirkjuráðið hevur avgjørt, at meðan arbeiðið verður gjørt, verður víst til Christianskirkjuna ella aðrar kirkjur sunnumorgnar, skrivar folkakirkjan.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald