Uppruna skuldi Mentanarvikan í Runavíkar kommunu 2020 verði hildin í apríl. Orsakað av koronastøðuni tá varð hon fultt til viku 35 - also at byrja mánadagin 24. august.
Men nú ilt er at meta um heilsuligu útlitini – hava fyrireikararnir gjørt av, at ongin mentanarvika verður í 2020. Hetta verður gjørt fyri at verja allar partar í høpinum – luttakarar og áskoðarar. Hetta skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari.
- Mentanarvikan 2020 er harvið flutt, og verður hildin í seinra helmingi av apríl mánaða í 2021 ístaðin. Øll tey, sum skuldu luttaka, hava fingið boðini um flytingina og tilboð um ístaðin at taka lut, táið mentanarvika ætlandi verður aftur í 2021.
Lagt verður afturat, at um bilbukt fæst við farsóttina aftur, kann tað vera, at onkur av skrásettu og meira dagsaktuellu tiltøkunum verða hildin seinni í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald