
Heldur ikki í gjár var nakar staðfestur positivur fyri covid-19 í Føroyum, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Sostatt er eingin nýggj smitta staðfest í Føroyum seinastu fýra dagarnar.
Hetta merkir, at tað framvegis eru 657 persónar, sum hava fingið staðfest covid-19 í Føroyum. 653 teirra eru staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður við smittuni í Føroyum. Sostatt er talið á positivum í løtuni framvegis trý.
Eingin er í løtuni innlagdur við covid-19 í Føroyum, og 19 persónar eru í sóttarhaldi.
Í gjár vórðu 468 kanningar gjørdar, og allar eru liðugt greinaðar. Nú eru tilsamans 226.698 kanningar gjørdar í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald