2021-02-14 11:45

Nú eru fimm dagar síðani nakar varð staðfestur positivur fyri covid-19 í Føroyum. Tí heldur ikki í teimum 230 kanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár, er nøkur smitta funnin.
Sostatt hava framvegis 657 persónar fingið staðfest covid-19 í Føroyum, og 653 eru staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður við covid-19 í Føroyum. Hetta merkir, at talið á positivum í løtuni enn er trý.
Í løtuni er heldur eingin, sum er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19.
Nú eru tilsamans gjørdar 227.025 kanningar í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald