
Tíðliga í januar er vanligt, at ung fólk úr nógvum ymsum støðum í Føroyum savnast til Nýggjárslegu í Nesvík. Legan er fyri tey, ið eru yvir 16 ár, men í 2021 verður av ongum - vandin í mun til smittuspjaðing er ov stórur, tí tað eru nógv fólk, og nógv sum annars ikki eru saman til dagligt:
- Heilsumyndugleikarnir mæla frá, at vit hava nýggjárslegu í vikuskiftinum. Vit halda okkum til tilmælini, sum vit hava fingið, og eru vit tí noydd at avlýsa leguna fyribils, sigur Andrias Magnussen, aðalskrivari í Kirkjuigu Heimamissiónina, við heimasíðuna hjá Trúboðanum.
Landsungdómsnevndin hjá Heimamissiónini fer at geva beinleiðis boð til øll tey, sum hava teknað seg til leguna.
Kannað verður nú, um tað ber til at flyta leguna til einaferð seinni í vár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald