Innanlands

Eingin nýggjur koronutilburður

54 eru smittað í løtuni og 138 eru í sóttarhaldi. Tað kann væntast, at hesi tølini fara at vaksa komandi dagarnar. Tvey fólk við koronu eru í løtuni innløgd

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2021-07-30 13:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eingin koronutilburðir var í kanningum, ið vórðu gjørdar á ólavasøku. Upplýst er ikki enn, hvussu nógvar kanningar talan var um, men tað hava helst ikki verið so nógvar. Tað varð bert kannað á Eirargarði frá seint fyrrapartinum báðar dagarnar.

Heilt nógv fólk vóru í høvuðsstaðnum í samband við ólavsøkuna í gjár, og tað bendir á, at smittutølini fara at vaksa komandi tíðina. 

Sí eisini: 
Myndir: Óskipaði midnáttarsangurin savnaði nógv fólk
Video: Rungar á Vaglinum

Í løtuni eru 54 smittað, og 138 eru í sóttarhaldi, sambært tølunum hjá corona.fo. Tvey fólk, sum hava koronu, eru innløgd. 

Beint yvir 29.000 fólk í Føroyum eru liðugt koppsett fyri koronu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder