2021-03-16 14:02

Í kanningunum 7. mars vórðu tveir koronutilburðir staðfestir, og fríggjadagin 12. mars varð ein persónur afturat funnin við smittu við komu á flogvøllinum.
Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í vikuskiftinum, og tað var heldur eingin smitta í teimum 268 kanningunum, ið vórðu gjørdar seinasta døgnið.
Harvið eru í løtunitríggir persónar smittaðir.
Tilsamans eru gjørdar 236.243 kanningar, og 661 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 657 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald