2020-10-02 13:18
Sambært nýggjast hagtølunum á corona.fo, varð eingin tilburður staðfestur hósdagin.
895 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar eru liðugt greinaðar.
Støðan er framvegis tann, at 472 tilburðir eru staðfestir í Føroyum. Nú eru 432 fólk staðfest frísk aftur, og tað merkir, at 40 fólk eru smittað í løtuni.
Tilsamans eru nú 132.025 kanningar gjørdar í Føroyum.
198 fólk eru í sóttarhaldi, og eingin er innlagdur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald