Tað kemur undir flyting av vandamiklum farmi. Tað skulu serlig loyvi til hetta, og tað hava tangabilar hjá EFFO og Magn eisini. Men kortini sleppa teir ikki við Prince, tí manningin umborð á Prince vil ikki kennast við føroysku loyvini - tey krøvini eru øðrvísi enn á Kýpros, har Price er frá, og skiparin vil ikki slaka, og vil halda fast við, hvat lógin, har skipið hevur sítt flagg undir. Annars kann skipið fáa trupulleikar í sínum heimstaði.
Hetta skrivar Kringvarpið, ið hevur tosað Hera Norðberg, ferðslusamskipari hjá Strandfaraskipum Landins. Støðan kemur óvart á Strandferðsluna.
Olja er ikki ein bráðfeingis trupulleiki í Suðuroynni, men trot verður avgjørt á brennievni, um einki kemur í oynna, áðrenn Smyril er aftur úr dokk. Strandferðslan hevur fyri stuttum boðað frá, at hetta væntandi verður um tvær vikur - 11. oktober.
Strandfarskip Landsins er í gongd við at loysa málið, og Rúni V. Poulsen, stjóri í Smyril Line, váttaði fyri in.fo í gjárkvøldið, at Strandferðslan hevur sent fyrispurning, og partarnir nú tosa saman. Tað verður lagt upp til, at Eystnes og Hvítanes kunu føra olju til Trongisvágs mánadagar og týsdagar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald