Innanlands

Eingin persónsskaði men bilurin fór illa

Eitt ferðsluóhapp var á Hálsinum í Sandavági fyrr í morgun. Ein bilur rendi á ferðsluforðing, sum er sett upp í sambandi við vegarbeiði

(Mynd: Jn.fo)

(Mynd: Jn.fo)

2022-07-21 08:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Beint eftir klokkan 7 í morgun fekk løgreglan fráboðan um eitt ferðsluóhapp á Hálsinum í Sandavági.

Eingin persónsskaði stóðst av hendingini, men bilurin er illa farin og nummarpláturnar eru tiknar av honum. 

Bilførarin hevði verið óansin og rent á eina ferðsluforðing í sambandi við vegarbeiði, sum verður gjørt í økinum, verður upplýst av løgreglustøðini í morgun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder