Í dag er pálmasunnudagur, og í hesum sambandi varð stór gudstænasta hildin í Vatikaninum. Men pávin helt ikki sína siðbundnu prædiku.
87 ára gamli Frans pávi hevur seinastu vikurnar verið raktur av bæði beinkrími og lungnapípubruna, og tí hava onnur hjálpt honum at lesa røður upp, men prædikan, sum varð fyrireikað til í dag varð als ikki lisin upp.
Hetta er sera óvanligt, serliga í sambandi við so stórum hátíðarhaldum hjá katólsku kirkjuni, skrivar Reuters.
Vatikanið er ikki komið við nakrari frágreiðing um, hví prædikan hjá pávanum, sum tó luttók í gudstænastuni, ikki varð lisin upp. Sagt varð bert í útvarpinum hjá Vatikaninum, at pávin hevði gjørt av ikki at prædika.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald