Innanlands

Eingin semja - liðugt fyri í kvøld

Flokkarnir klára ikki at semjast um málsøkini. Formenninir hava ikki avtalað nær teir skulu hittast aftur

Bárður á Steig Nielsen kom út til miðlarnar klokkan 23 í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen kom út til miðlarnar klokkan 23 í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-11 23:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú klokkan 23 kom Bárður á Steig Nielsen út til miðlarnar og segði, at teir gevast at samráðast fyri í kvøld.

Formenninir hava sitið og fundast - við steðgum - í 12 tímar, og ein semja fæst ikki um málsøkjabýtið. Í øllum førum ikki í kvøld.

- Allir flokkarnir skulu føla seg við tí málsøkjabýtið sum einaferð verður, og tað er har knútarnir eru fyri at fáa eina semju, sigur Bárður á Steig Nielsen.

- Eg dugi ikki at síggja fleiri møguleikar enn teir sum hava verið á talvuni í dag, men sikkurt er onkur møguleiki, sum kann loysa knútin. Men lat okkum síggja, vit mugu taka tað uppaftur tá høvið býðst, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Enn er ikki avtalað nær teir skulu hittast aftur, men tað verður helst einaferð í morgin.

Sjálvt samgonguskjalið er hinvegin komið uppá pláss, tó at smáar broytingar møguliga vera gjørdar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder