
Í dag er mestum stilli kring landið, men næstu dagarnar verður sagt frá nakað av vindi.
Tað byrjar helst út á seinnapartin í morgin, og vegna veðurforsøgnina eru avlýsingar gjørdar á Suðuroyðarleiðini í annaðkvøld, mikudagin 27. desember.
Hesum boðar Strandferðslan frá í dag.
- Sambært veðurforsøgnini verður boðað frá nógvum vindi, og tí verður siglt soleiðis á leið 7, mikudag 27. desembur: Av Krambatanga kl. 6:00 og kl. 11:30 og av Havnini kl. 8:45 og kl. 16:00.
Tað vil siga, at túrarnir av Krambatanga klokkan 18:45 og av Havnini klokkan. 21:15 verða ikki sigldir. Hetta eru annars teir, sum eftir ferðaætlanini standa sum teir seinastu mikukvøld.
Sí ferðaætlan her
Sí veðrið her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald