2020-12-15 18:15

Strandfaraskip Landsins boðar í dag frá, at tyrlutænastan hjá Atlantic Airways komandi tíðina fer at røkja tænastuna á leið 58. Tað er sambandið millum Hvannasund og Fulgoy/Svínoy
Orsøkin er, at Ritan er á beding. Broytingin á leið 58 er eftir ætlan galdandi, til Ritan kemur aftur av beding, skrivar ssl.
Mikudagin 16. desembur verður flogið eftir galdandi ferðaætlan:
13:16 Klaksvík
13:28 Svínoy
13:32 Kirkja
13:35 Hattarvík
13:53 Klaksvík
Meira kunning um ferðaætlan, plássbílegging og farm á heimasíðuni hjá Strandferðsluni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald