2019-09-26 12:18
Í gjár boðaði Strandferðslan frá, at eingin sigling verður á suðuroyarleiðini seinnapartin vegna veður, og ætlaða fráferðin kl. 11.30 av Havnini er útsett til kl. 14. Veðrið er eisini orsøkin til, at eingin sigling hevur verið á hestleiðini fyrrapartin.
Í dag boðar Strandferðslan frá fleiri avlýsingum afturat.
Teistin siglir seinasta túr úr Skopun kl. 16.35 og av Gomlurætt kl. 17.20.
Eingin sigling verður til Skúvoyar og Fulgoyar í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald