
Tey sum høvdu glett seg til at sleppa at skoyta í høvuðsstaðnum í vetur, mugu brynja seg við tolið. Tað verður eingin breyt sett upp í ár, boðar Tórshavnar kommuna frá í dag.
Arbeitt verður við eini varandi loysn viðvíkjandi eini skoytibreyt í Havn, sum eftir ætlan skal takast í nýtslu næsta heyst.
Men nú í vetur verður ongin skoytibreyt. Trupult er at staðseta eina breyt sum er, og í ár ber hvørki til at taka parkeringsøki til skoytibreyt í Gundadali, á Vaglinum ella í Vágsbotni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald