Seinnapartin var tað eitt sindur óvist, hvussu fór at blíva við skúlagongdini í Tórshavnar kommunu í morgin, nú boðað verður frá so nógvum vindi.
Aðrastaðni høvdu tey longu avlýst skúlagongd, men í Havn varð bíðað eftir hvussu støðan fór at vera í morgin árini. Men nú er greitt, at tað altso ikki verður nøkur skúlgongd í morgin.
Sløkkiliðsstjórin í Tórshavn hevur við støði í samskifti við Veðurstovuna mælt til, at skúlarnir ikki lata upp í morgin.
Sambært veðurforsøgnini er nógv mest vindur í Suðurstreymoy á middegi og tíðliga út á seinnapartin. Tað vil siga tíðarskeiðið, tá ið næmingar skulu heim, og sum mett verður ikki er ráðiligt.
Hetta umfatar tó ikki dagstovnar í Tórshavnar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald