Innanlands

Eingin smitta staðfest í gjár

Enn eru tríggir persónar, sum í løtuni eru positivir fyri covid-19, og ein teirra er innlagdur

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-02-08 11:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var aftur ein dagur, har eingin nýggjur tilburður varð staðfestur.

Tilsamans eru 656 persónar staðfestir positivir fyri covid-19 í Føroyum, og 652 teirra eru staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður við covid-19 í Føroyum.

Sostatt eru framvegis tríggir persónar positivir í løtuni, og ein teirra er innlagdur.

201 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og nú eru tilsamans 224.562 kanningar gjørdar í Føroyum, vísa nýggjastu hagtølini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder