
Heldur ikki í teimum 265 kanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár var nøkur covid-19 smitta staðfest, og sostatt er eingin nýggj smitta staðfest í Føroyum í tríggjar dagar.
Sambært nýggjastu tølunum er støðan framvegis tann, at 657 persónar hava fingið staðfest covid-19 í Føroyum. 653 teirra eru nú staðfest frísk. Ein persónur er deyður við covid-19 í Føroyum. Sostatt eru í løtuni tríggir persónar, sum eru positivir.
Tann eini sjúklingurin, sum varð innlagdur við covid-19 í Føroyum, er eisini vorðin útskrivaður, og sostatt er eingin í løtuni innlagdur við covid-19 í Føroyum. 19 persónar eru í sóttarhaldi.
Tilsamans eru nú 226.225 kanningar gjørdar í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald