2021-01-24 12:10

Heldur ikki í gjár varð nakar staðfestur positivur fyri covid-19 í Føroyum, og sostatt er eingin tilburður staðfestur seinastu fýra dagarnar.
Talið á persónum, sum hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, er framvegis 652, og talið á frískum er framvegis 644. Ein persónur er deyður. Sostatt er talið á positivum í løtuni framvegis sjey.
Ein persónur er vorðin útskrivaður av sjúkrahúsinum síðan í gjár, og sostatt er nú ein innlagdur við covid-19.
Sambært corona.fo vórðu 325 kanningar gjørdar í gjár, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 218.407 kanningar gjørdar í Føroyum. 20 eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald