Uttanlands

Eingin smittaður eftir í Nýsælandi

Í morgin letur landið meira upp – tó ikki fyri ferðafólkum – Nýsæland hevur tilsamans skrásett 1.504 smittutilburðir og 22 andlát

Jacinda Ardern, forsætisráðharri í Nýsælandi (Mynd: EPA)

Jacinda Ardern, forsætisráðharri í Nýsælandi (Mynd: EPA)

2020-06-08 13:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú hevur Nýsæland eisini vunnið á koronasmittuni – í øllum førum fyribils.

Nýsælendska stjórnin boðaði nevniliga frá í nátt, at seinasti koronasjúklingurin hjá teimum er vorðin frískur, og hevur landið sostatt ongan smittaðan í løtuni.

Góða gongdin merkir, at landið nú kann lata meira upp, og tað verður gjørt í morgin, sambært nýsælendska forsætisráðharranum Jacinda Ardern.

– Vit kunnu aftur skipa fyri almennum tiltøkum og privatum tiltøkum sum brúdleyp og jarðarferðir uttan avmarkingar, sigur hon.

Jacinda Ardern ávarar tó samstundis um, at koronasmittan enn er ein hóttan, so leingi sum hon herjar aðrastaðni. Tí verður framvegis heitt á nýsælendingar um at halda frástøðu, og mørkini verða enn undir strangum eftirliti fyri at halda smittuni úti. Sambært stjórnini sleppa næstan eingi ferðafólk inn í landið.

Forsætisráðharrin heitti eisini á fólkið um at stuðla lokalum fyritøkum heldur enn útlendskum fyri at fáa gongd á búskapin aftur.

Stjórnin í Nýsælandi hevur fingið nógv rós fyri handfaringina av koronakreppuni.

Sambært worldometers.info hevur Nýsæland skrásett tilsamans 1.504 smittutilburðir og 22 andlát. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder