Innanlands

Eingin smittaður við covid-19 í fimm dagar

Enn eru fimm positiv eftir í Føroyum, og eingin teirra er innlagdur

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2020-11-05 13:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heldur ikki í gjár fekk nakar staðfest covid-19 í Føroyum, og sostatt hava Føroyar nú havt fimm dagar uttan nýggja smittu.

Sambært corona.fo vórðu 532 kanningar gjørdar í gjár, og tilsamans eru nú 156.223 kanningar gjørdar í Føroyum.

Tilsamans hava nú 495 persónar fingið staðfest covid-19 í Føroyum, og 490 teirra eru staðfestir frískir. Sostatt eru fimm positiv eftir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya við covid-19. 19 eru í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder