2020-10-19 11:03
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Í gjár vórðu 326 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 146.026 kanningar gjørdar í Føroyum.
Hetta merkir, at støðan er tann sama, sum hon var í gjár.
485 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, og av teimum eru 472 persónar staðfestir frískir aftur. Sostatt eru framvegis 13 persónar smittaðir í løtuni.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna. 63 persónar eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald