2020-10-21 13:50
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Talið á persónum, ið hava fingið staðfest covid-19 í Føroyum er sostatt framvegis 488. Tó er ein persónur afturat staðfestur frískur seinasta samdøgrið, og er talið á positivum sostatt farið niður á 15.
Í gjár vórðu 675 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 147.786 kanningar gjørdar.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya við covid-19. 61 eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald